Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann greiðan sigur á Giza Hoyvík

Jákup Ósá

KÍ er framvegis oddalið í 1.deild. KÍ vann 3-0 í Hoyvík í dag móti Giza Hoyvík, hóast KÍ ikki var so væl mannað sum ofta fyrr í hesum kappingarárinum. Helst hevur tað ávirkan, at tætt er millum dystirnar í bestu deildini. Málini hjá KÍ skoraðu Aksel B. Danielsen (2) og Henry Heinesen (brotsspark).