Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann í Gundadali

Jákup Ósá

Venjingardystur var leiktur í Gundadali í góðum líkindum í dag.

KÍ vann 3-0, ið eisini var hálvleiksstøðan, tá HB og KÍ leiktu venjingardyst í Gundadali í dag. HB verjan var óskipað fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, tá hon bleiv fangað høgt uppi á vøllinum, og tað revsaði KÍ. Í seinna hálvleiki kom einki mál.

 

 

HB-KÍ 0-3 (0-3)

0-1: Kristoffur Jakobsen (Upplegg: Jóannes K. Danielsen)

0-2: Páll A. Klettskarð (Upplegg: Hjalgrím Elttør)

0-3: Páll A. Klettskarð (Upplegg: Boris Dosljak)

 

HB byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Hjalti Djurhuus, Magnus Egilsson – Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Tróndur Jensen, Símun Samuelsen – Aron Clementsen, Ari M. Olsen. Í seinna hálvleiki gjørdi HB nógvar útskiftingar.

KÍ byrjaði við hesum liðnum (3-4-3): Kristian Joensen – Deni Pavlovic, Marko Dusak, Hørður Askham – Dion Splidt, Jóannes K. Danielsen, Hákun Edmundsson, Hjalgrím Elttør – Boris Dosljak, Páll A. Klettskarð, Kristoffur Jakobsen. Í hálvleikinum komu Meinhardt P. Joensen, Ronni Møller-Iversen, Steinbjørn Olsen og Andrias á Marknagili. Seinnu komu Jóhan W. Høgnesen, Dia Høgnesen, Fróði Mørkøre og Ólavur Niclassen inn.