Vit fylgja gongdini í finaluni í Klaksvíkskappingini.
Vit fylgja gongdini í finaluni íKlaksvíkskappingini.
KÍ byrjar við hesum liðnum (4-4-2):Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas F. Rasmussen, HørðurAskham, Ólavur Niclassen – Dion Splidt, Semir Hadzibulic, JákupB. Andreasen, Hjalgrím Elttør – Albert Adu, Páll A. Klettskarð.Á bonkinum: Tórur Justesen, Henry Heinesen, Steinbjørn Olsen,Heðin Klakstein, Ahmed Mujdragic, Ísak Simonsen og Jóannes Bjartalíð.
B36 byrjar við hesum liðnum(4-2-3-1): Rói Hentze – Erlendur Magnussen, Andrias Eriksen,Bjarni Petersen, Gestur B. Dam – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen, RóaldurJakobsen – Lukasz Cieslewicz, Patrik Johannesen,Hannes Agnarsson.
7 min.: Hørður Askham fer skaddur av vøllinum. At síggja til beklaði hann. Inn fyri hann kemur Henry Heinesen. Ólavur verður fluttur í miðverjuna, meðan Henry fer á vinstra bakk.
9 min.: Risamøguleiki til KÍ. Semir spælir fram til Hjalgrím, sum leggur inn fyri. Har er Adu púra leysur, men Rói Hentze bjargar.
16 min.: Jonas skallar hornasparksinnlegg beint viðsíðuna av.
17 min.: Patrik Johannesen hevur lagt B36 á odda 1-0. Framúr uppspæl frá Lukasz, sum fann Patrik mitt fyri. Patrik tykist passa væl til B36 og hann var eisini við í fleiri málum hjá B36 í gjár.
20 min.: Ahmed Mujdragic kemur inn fyri Sørmund Kalsø. Henry fer á høgra bakk, meðan Ólavur fer á vinstra bakk.
23 min.: Dion Splidt leggur inn fyri og Páll A. Klettskarð skallar bóltin í málið. 1-1.
28 min.: Hjalgrím Elttør leggur inn og Páll A. Klettskarð skallar, men Rói bjargar so mikið, at bólturin fer á stongina og út.
40 min.: Róaldur sendur gott fríspark innfyri til Patrik Johannesen. Hann er púra fríður og fær skot á, men Meinhardt stórbjargar.
44 min.: Semir missir bóltin. Patrik blívur leysur, men Meinhardt bjargar aftur.
Hálvleikur: 1-1 í hálvleikinum. Talan hevur verið um javnan dyst, men Patrik Johannesen hevur tvær ferðir misnýtt ein stóran møguleika. Tí kundi B36 verið á odda, men Meinhardt Joensen hevur hildið KÍ inni í dystinum.
46 min.: Jákup Højgaard er komin inn fyri Róa Hentze há B36, meðan Jóannes Bjartalíð er komin inn fyri Albert Adu og Ísak Simonsen inn fyri Ólav Niclassen hjá KÍ.
60 min.: Eingin stórur møguleiki hevur verið í seinna hálvleiki higartil.
65 min.: Páll A. Klettskarð leggur av til Semir Hadzibulic, sum skjýtur beint uttanfyri brotssteigin. Málverjin ongan møguleika og so er 2-1 til KÍ. KÍ hevur spælt betri seinastu løtuna og hevur havt fleiri góð álop seinastu løtuna uttan tó at koma til heilt stóran møguleika.
75 min.: KÍ hevur tamarhald á dystinum, men B36 álopið hóttir í kontraálopum uttan at tað enn er blivið ordiliga vandamikið.
77 min.: Langt fríspark endar við, at Páll skallar bóltin víðari til Hjalgrím. Hjalgrím sleppur framvið B36 málverjanum og skorar til 3-1.
87 min.: Frálíkt álop endar við, at Dion spælir fram til Heðin Klakstein. hann leggur innfyri, har Jóannes Bjartalíð setur bóltin trygt í netið til 4-1.
Liðugt: Tað endaði 4-1 til KÍ, sum í seinna hálvleiki setti seg á dystin og skapti teir møguleikarnar, ið vóru í dystinum.




