Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann móti NSÍ

Jákup Ósá

Í dag var venjingadystur í Klaksvík millum KÍ og NSÍ.

Talan var um tað, sum mong meta sum ”typiskan” venjingardyst. Gott spæl var ikki nógv at síggja til og fáir málmøguleikar. KÍ hevði munin í spæli og málmøguleikum og vann eisini 2-0.

KÍ-NSÍ 2-0 (1-0)
1-0: Boris Dosljak (Upplegg. Deni Pavlovic)
2-0: Páll A. Klettskarð (Upplegg: Jonn Johannessen)
KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Odmar Færø, Ísak Simonsen – Boris Dosljak, Alessio Hyseni, Deni Pavlovic, Sebastian Avanzini – Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð. Í hálvleikinum komu hesir inn: Børge Petersen, Steinbjørn Olsen, Jonn Johannessen og Ole Erik Midtskogen.

Harleywoodpaint