Nógvir áskoðarar sóu næstbesta liðið hjá KÍ vinna móti oddaliðnum í gjárkvøldið.
Á KÍ-liðnum vóru Kristian Joensen, Dávid Langgaard, Jóannes Bjartalíð og Boris Dosljak og hesir munaðu væl afturat hinum, sum í flestu førum eru ungir leikarar.
Skála er klárt á odda í deildini, men hevði undan dystinum tapt tveir dystir á rað. Og hóast KÍ lá á 9. plássi undan dystinum, so var KÍ leiliga omaná størsta partin av dystinum, meðan Skála var verjukent í stórum pørtum av dystinum. Kristoffur Jakobsen legði KÍ á odda, Niels Pauli Danielsen javnaði fyri Skála, men í 78. minutti sendi Boris Dosljak, sum eisini egði upp til fyrra málið, fríspark innfyri sum Dávid Langgaard skallaði í málið.
Sigurin hjá KÍ gjørdi, at KÍ kom uppá 8. pláss, tí við einum dysti fleiri enn HB. Kappingin í botninum er sera spennandi, meðan Skála framvegis er greitt oddalið hóast trý tap á rað.




