Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann stórsteypið 2023 eftir kolldømt mál, reytt kort og brotssparkskapping

Jákup Ósá

Í einum spennandi dysti endaði tað við javnleiki 0-0, og so skuldi brotssparkskapping til.

Sum so ofta fyrr so gekk tað hart fyri seg, tá KÍ og Víkingur møttust. Og longu áðrenn hálvleik var reytt kort komið eftir, at Vegard Forren var mettur at hava tikið ov hart í Olaf Bárðarson, sum hevur fylgt alt ov nógv hjá KÍ hesar báðar dystirnar ímóti Víkingi, tí móti Víkingi í Klaksvíkskappingini kundi KÍ havt fingið eitt reytt kort eisini í hending við sama Olaf og høvdu teir tað, so hevði KÍ havt fingið reytt kort í øllum teimum trimum dystunum móti HB og Víkingi áðrenn landskappingarbyrjan.

Dysturin var rættuliga javnur næstan alla tíðina. KÍ skoraði í fyrra hálvleiki eftir hornaspark, men dómari og hjálpardómarar mettu, at tað var rangstøða, sum allir áskoðarar ikki skyltu, men sum skyldast, at KÍ-leikari var framman fyri málverjanum var rangstaddur, hóast hesin ikki var nær við at nerta bóltin. KÍ hevði tað fleiri ferðir torført í uppspælinum áðrenn útvísingina, har trýstið hjá Víkingi sat, men heilt stórir málmøguleikar vóru fáir av. Eftir útvísingina fór KÍ at spæla meira verjukent í eini 4-4-1 leikskipan, og tá skuldi Víkingur skapa dystin, og tað er ein óvanlig støða fyri teir móti KÍ, serliga nú mest skapandi leikarin, Sølvi Vatnhamar, ikki var við. Víkingur hevði tað eisini torført í hesum partinum av spælinum. Hinvegin hevði KÍ onkran stóran málmøguleika, har bæði Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg kundu havt skorað.

Í brotssparkskappingini brendi ein KÍ-leikari og tveir Víkinga-leikarar. Sostatt vann KÍ Stórsteypið 2023. Dysturin var merktur av, at bæði liðini manglaðu týðandi leikarar. Hjá KÍ vóru Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Jákup B. Andreasen og Mads B. Mikkelsen ikki við av teimum, sum vanliga spæla nógv, meðan Víkingur manglaði Sølva Vatnhamar og Jákup Johansen av teimum, ið vanliga spæla nógv.

Harleyfacadeacryl