Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kí vann stórsteypið fyri fyrstu ferð

Jákup Ósá

Bæði liðini løgdu nógv fyri í einum jøvnum og spennandi stórsteypadysti í kvøld.

Tað endaði 1-1 í vanligu leiktíðini, har talan sum heild var um javnan dyst, men har KÍ hevði fleiri málmøguleikar. Adrian Justinussen legði HB á odda við framúr einmansavriki sum endaði við framúr langskoti, meðan Ole Erik Midtskogen javnaði við góðum skoti eftir vælspælt KÍ-álop og staðfesti, at hann er “heitasti” álopskendi leikarin hjá KÍ í ár.

Undan brotssparkskappingini vann KÍ-liðskiparin Jákup B. Andreasen lutakastið og hann valdi, at brotssparkskappingin skuldi vera í sama máli, har KÍ vann løgmanssteypið í 2016. Tað spældi eisini væl av fyri KÍ, tí eins og í 2016, so brendi ein hjá mótstøðuliðnum, meðan allir hjá KÍ skoraðu.

KÍ vann sostatt Stórsteypið fyri fyrstu ferð í søguni (kappingin byrjaði í 2007). 

 

Sunnudagin byrjar landskappingin, tá vit fáa eina endurtøku av FM-finaluni í fjør, hesaferð í Klaksvík millum KÍ og B36.

Harleywoodpaint