Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann stórsteypið

Jákup Ósá

Tað var ikki stórvegis spenningur, tá KÍ avgjørdi stórsteypadystin longu í fyrra hálvleiki.

Bæði liðini manglaðu onkrar leikarar, tá stórsteypadysturin bleiv leiktur í frálíkum líkindum á Tórsvølli í dag. KÍ avgjørdi longu í fyrra hálvleiki. Fleiri av leikarunum, sum spældu antin sín fyrsta dyst ella á nýggjum plássum, vóru sannførandi. KÍ vann 3-1 og førdi 3-0 til dysturin næstan var liðugur. Málini skoraðu Jóannes Bjartalíð, Mads B. Mikkelsen og René S. Joensen. Málið hjá B36 skoraði Michal Przybylski.

KÍ: Mathias Rosenørn, Jesper Brinck, Børge Petersen, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva, Jákup B. Andreasen, René S. Joensen, Jóannes Bjartalíð, Árni Frederiksberg, Mads B. Mikkelsen, Páll A. Klettskarð. Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Jákup Vilhelmsen, Deni pavlovic, Jonn Johannessen, Símun kalsø, Olaf K. Hansen og Odmar Færø.