Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann tryggan sigur

Jákup Ósá

Tað var ongantíð ivi um, hvør fór at vinna kvøldsins dyst.

KÍ vann 2-0 við einum máli í hvørjum hálvleiki. Eftir hornasparksinnlegg skoraði Páll A. Klettskarð og eftir solotúr í seinna hálvleiki skoraði Patrik Johannesen frá spískum. Í fyrra hálvleiki hevði Víkingur tveir góðar møguleikar, men annars var tað KÍ sum hevði flestu møguleikarnar og støðurnar, ið vóru í dystinum. Tað sást, at meistararnir hava fingið eina keðiliga byrjan og mangla nógvar leikarar, sum spældu í fjør, meðan KÍ tykist avrika betri, tá mótstøðuliðini á pappírinum eru betri.

KÍ hevur fult stigatal eftir fimm umfør.