Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann trygt 2-0 á B36

Oliver Joensen

Fyrsti dysturin í Klaksvíkskappingini er leiktur. Tað vórðu B36 og KÍ, sum brustu saman á Djúpumýru ídag og KÍ vann sannførandi 2-0 á einum skerdum B36 liði.

Fyrsti dysturin í Klaksvíkskappingini byrjaði nakað seinkaður, men var liðugur beint eftir klokkan 17. Sigast má, at KÍ hevði tamarhald á dystinum og í løtum vísti liðið sera vakurt spæl. Slíkir dystir verða sjálvandi tiknir við fyrivarni av kennarum, tí teir verða roknaðir sum venjingardystir og harafturat vórðu bæði liðini nakað skerd ídag hvat fólki viðvíkur.
Men vit fingu tó undirhald á Djúpumýru og fyri klaksvíkingar kom sera væl við at KÍ kvalifiseraði seg til eitt pláss í finaluni ímorgin.
Í skrivandi løtu leika HB og B68 í Klaksvíkskappingini. Seinni hálvleikur er júst byrjaður og er støðan enn 0-0.