Í einum dramatiskum dysti eydnaðist tað KÍ at vinna uppibornan sigur á Víkingi í Klaksvík leygarkvøldið.
Stóra samtaluevnið eftir dystin hjá mongum var brotssparkið, sum setti KÍ í gongd. Tey flestu halda, at talan var ikki um brotsspark. KÍ kom á odda við hesum, men stutt seinni javnaði Víkingur við einum hepnum máli, tá Bogi Reinert-Petersen skeyt í Lukasz Cieslewicz og í mál. KÍ kom á odda 2-1 við frísparki, sum Víkingar ikki hildu vera fríspark til Ole Erik Midtskogen. Upptøkurnar vísa tó, at talan var um fríspark nøkur sekund áðrenn, har Ole Erik Midtskogen ikki dettur, í nærum sama stað. Odmar Færø skoraði uppá frísparksinnleggið frá Jóannes Bjartalíð.
Í seinna hálvleiki legði KÍ seg á odda 3-1 í 55. minutti við máli frá Jóannes K. Danielsen eftir mistak í uppspælinum frá Boga Reinert-Petersen. Víkingur trýst á KÍ til tíðir í seinna hálvleiki og størsta møguleikan fekk Bogi Reinert-Petersen, tá hann eins og í málinum slapp at standa leysur uttanfyri brotsteigin, men skotið fór á tvørstongina. Hóast Víkingur legði trýst á, so var verjuspælið hjá KÍ við serliga teimum trimum Odmar Færø, Jesper Brinck og Jákup B. Andreasen so mikið sannførandi, at málmøguleikar komu ikki. Ístaðin var tað KÍ sum økti við góðum álopi, har Boris Dosljak legði innfyri til Alessio Hyseni, ið skoraði til úrslitið 4-1.
Samanlagt ein fult uppiborin sigur til KÍ sæð yvir allar 90 minuttirnar. Føldu KÍ-viðhaldsfólkini, at dømingin gekk nógv ímóti móti NSÍ, so var KÍ heppið við dømingini í fyrsta málinum hesaferð. Á KÍ-liðnum vóru fleiri sannførandi, men besti leikarin í álopspartinum var norski Ole Erik Midtskogen, sum var sera eyðsýndur allan dystin. Við sigrinum kom KÍ uppá 3. pláss við sama stigatali sum NSÍ á 2. plássi, men fimm stig aftanfyri HB. Júst HB og KÍ møtast í Gundadali mikukvøldið í størsta dystinum higartil í ár.


