Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann VFF Kup

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð vann KÍ kappingina, sum venjarafelagið skipaði fyri í Tórshavn.

KÍ, Víkingur, B36, NSÍ, Skála og AB spældu ein dyst móti hvørjum øðrum á 25 minuttir. Talan gjørdist um sera spennandi enda, tí B36 var aftanfyri 1-0 móti Víkingi í dystinum, sum endaði seinast, men kundi við at javna blíva nummar eitt. Tað eydnaðist ikki og so bleiv málið, sum Steinbjørn Olsen skoraði í síðsta minutti móti NSÍ avgerandi. KÍ spældi tríggjar dystir 0-0 og vann tveir dystir. Toppskjútti í kappingini bleiv Gunnar Vatnhamar hjá Víkingi við trimum málum.

 

 

Úrslitini vóru hesi:

Umfar 1 klokkan 13:00:

Víkingur – KÍ 0-0

NSÍ – AB 0-0

Skála – B36 0-2 (Benjamin Heinesen og Andrias Eriksen)

 

 

Umfar 2 klokkan 13:35:

Víkingur – NSÍ 0-0

KÍ – Skála 2-0 (Jóannes Bjartalíð og Hjalgrím Elttør)

AB – B36 0-1 (Meinhard Olsen)

 

 

Umfar 3 klokkan 14:10:

Víkingur – AB 2-0 (Gunnar Vatnhamar, 2 mál)

NSÍ – Skála 0-0

KÍ – B36 0-0

 

 

Umfar 4 klokkan 14:45:

Víkingur – Skála 0-1 (Brian Jakobsen)

KÍ – AB 0-0

NSÍ – B36 1-1 (NSÍ: Árni Frederiksberg, B36: Hugin Samuelsen, brotsspark)

 

 

 

AB – Skála 0-4 (0-1 Ári Olsen, 0-2 Edvin Jakobsen, 0-3 Heðin Klakstein, 0-4 Brian Jakobsen)

Víkingur – B36 1-0 (Gunnar Vatnhamar)

KÍ – NSÍ 1-0 (Steinbjørn Olsen)

 

 

 

Endaliga støðan:

1. KÍ 9 stig (3-0)

2. B36 8 stig (4-2)

3. Víkingur 8 stig (3-1)

4. Skála 7 stig (5-4)

5. NSÍ 4 stig (1-2)

6. AB 2 stig (0-7)