Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ venjarin: Kunnu ikki brúka hitan sum nakra umbering

Jákup Ósá

Mikkjal K. Thomassen sigur, at tað er ikki so heitt á Malta, at hetta verður nøkur umbering hjá KÍ. 

 

– Tað er eitt sindur heitari, enn vit eru vanir við. Men ikki so heitt, at tað verður nøkur umbering fyri ikki at avrika væl. Hugsar man ov nógv um tað, so kann tað seta seg uppí høvdið, men tað verður ikki ein trupulleiki hesaferð. Vit eru øgiliga væl fyri fysiskt, sigur Mikkjal Thomassen í kvøld. Hann sigur, at liðið er sett og taktikkur er lagdur. Ísak Simonsen er einasti leikari, sum er við á Malta, sum KÍ venjarin roynir at ansa eftir. Allir aðrir eru púra klárir. 

Harleyfacadeacryl