Í summar skal KÍ spæla altjóða fótbólt. Vit hava hugt eftir, hvussu tað sær út við styrkismetingini.
Enn eru bara nakrar kappingar spældar lidnar, so tað er ov tíðliga at siga við vissu, hvussu styrkismetingin verður. Men KÍ byrjar í 1. umfari í Champions League. Sum stigatalvurnar síggja út nú, so sær út til, at KÍ mest sannlíkt ikki verður styrkismett. Men munurin er ikki stórur, og KÍ verður eitt av liðunum við hægst styrkistali av teimum ikki styrkismettu, um so verður.
Sleppa undan norskum og svenskum liðum
Heimasíðan swissfootballdata hevur roknað fram til, hvussu styrkismetingin fer at síggja út í summar treytað av, at liðini vinna Champions League, Evropa League og Conference League, ið eru hægst styrkismett, og at liðini úr Russlandi framhaldandi hava bann frá kappingunum. Har eru 30 lið við, og KÍ hevur næsthægst styrkistal av teimum, sum ikki verða styrkismett.
Vanligt er, at liðini undan lutakastinum verða býtt landafrøðiliga upp soleiðis, at føroysk lið ikki kunnu møta liðum, sum liggja longst burtur.
Um styrkismetingin verður soleiðis sum hon sær út nú á talvu 1 og liðini verða óbroytt, so er mest sannlíkt, at KÍ kann møta einum av hesum liðum:
Zalgiris (Litava)
HJK Helsinki (Finnland)
Flora Tallinn (Estland)
Shamrock Rovers (Írland)
The New Saints (Wales)
1. umfar er avgerandi
Eins og í fjør so er 1. umfar í Champions League sera avgerandi. Tí vinnarin har sleppur í 2. umfar í Champions League, og eftir tað fer taparin altíð fyrst í Evropa League og síðani í Conference League. Hinvegin fer taparin av 1. umfari í Champions League beinleiðis í Conference League, og tá minkar møguleikan fyri einum bólkaspæli lutfalsliga nógv.
Talva 1:



