– Uttan stuðulin frá tykkum, trúføstu viðhaldsfólkum okkara, høvdu vit ikki nátt líka langt, sum vit hava – tit eru veruliga okkara 12. leikari, sigur Jákup Biskopstø Andreasen, liðskipari á besta mansliðnum hjá KÍ, sum við at vinna á B68 í dystinum nú fríggjakvøldið kl. 19 kann koma ógvuliga tætt at sínum 20. føroyameistaraheiti.
– Vit hava so nógvar góðar løtur og góð minnir saman við okkara viðhaldsfólkum, sum eg við gleði minnist aftur á, sigur Jákup Biskopstø Andreasen, sum hóast sín unga aldur longu hevur verið liðskipari hjá KÍ í fleiri ár.
– Vit eru hepnir, at KÍ hevur ta størstu viðhaldsfjøldina av øllum feløgum í landinum, og eg eri vísur í, at tað er ein viðvirkandi orsøk til, at KÍ nú aftur er á tindinum í føroyskum fótbólti, sigur liðskiparin.
– Tað eru fleiri søguligar og stórar løtur, sum vit hava notið saman við okkara viðhaldsfjøld – løtur, sum ein fer at minnast alt lívið – og nú vit eru í endaspurtinum í hesum kappingarárinum, eru nakrir lykladystir fyri framman.
– Fyrst er tað dysturin nú fríggjakvøldið við Djúpumýru ímóti B68, sum verður nakað serligt, tí vinna vit fríggjakvøldið, so eru vit ótrúliga nær við at hava tryggjað okkum føroyameistaraheitið, sum eisini verður søguligt, tí tað er FM nummar 20 hjá KÍ, sigur Jákup.
– Stutt eftir tað skulu vit spæla tann altavgerandi seinna semifinaludystin um løgmanssteypið ímóti 07 Vestur her í Klaksvík, og so verður eisini ein stórdystur ímóti HB her í Klaksvík á skránni.
– Vit leikarar gleða okkum til dystirnar og vóna, at síggja so nógv av tykkum, trúføstu viðhaldsfólkum okkara, tí tit gera veruliga mun við at møta upp, sigur Jákup Biskopstø Andreasen, liðskipari hjá KÍ at enda í stuttu samrøðuni við Norðlýsið.
Írestandi dystirnir hjá KÍ eru hesir: (Steypafinalan einans, um KÍ vinnur semifinaluna á 07 Vestur)
Fríggjakvøldið 17. sept. á heimavølli: KÍ – B68
Leygardagin 1. oktober á útivølli: NSÍ – KÍ
Mikukvøldið 5. oktober á heimavølli: KÍ – 07 Vestur (seinna semifinalan)
Sunnudagin 9. oktober á heimavølli: KÍ – HB
Sunnudagin 16. oktober á útivølli: EB/Streymur – KÍ
Leygardagin 22. oktober á heimavølli: KÍ – Skála
Leygardagin 29. oktober á TÓRSVØLLI: Finalan um Løgmanssteypið
Fríggjakvøldið verður sostatt fjórð seinasti møguleikin í ár at møta upp við Djúpumýru og vísa KÍ tann stuðulin, sum okkara sterka oddalið hevur uppiborið.
KOYR Á KÍ !!


