Í kvøld leiktu Betri deildin, KÍ og Víkingur á djúpumýru. Sigast má, at tað vóru KÍ kvinnurnar, ið fyri tað mesta stýrdu leikinum, sum endaði við einum 2-0 sigri til KÍ, sum væl kundi verið størri.
Málini skutu: Tóra Mohr 1 og Sólja Ernstdóttir 1.
Í kappingini hevur KÍ nú 42 stig, NSÍ 42, HB 31 og Víkingur 28 stig. Næsti dysturin verður ímillm KÌ og NSÌ og hann verður leiktur Við Løkin sunnudagin 17. august.































































