Enn er eingin kunning komin út uttan, at dysturin skal spælast hóskvøldið kl. 19.00.
Um tann støðan kann broytast nú RFS ikki lendur fyrr enn hósmorgunin er ógreitt. Floglíkindini í Vágum vóru sum forsagnirnar søgdu allan mikudagin, har tað sum væntað bleiv betri veður kl. 18-19, tá líkindini blivu góð. Flogfarið hjá FC Honka fekk lent uttan trupulleikar í kvøld. Flogfarið hjá RFS fór ongantíð úr Riga í dag, og so er spurningurin, um tað hevði góðar orðsøkir ella ikki. Tað veit eingin í núverandi støðu. Heldur ikki er nakað komið fram um, hvørs RFS ella UEFA hava ætlanir um at útseta dystin eitt døgn.
At skipa fyri einum slíkum dysti setur stór krøv og ein flyting av dystinum er sera óheppin fyri alla fyriskipanina. Harafturat koma øll korona krøvini, har hópar og partur av hjálparfólkum skulu hava eina negativa test, sum ikki er eldri enn 72 tímar.




