Aldarinnar stórfundur er í Singapore í dag. Donald Trump og Kim Jong Un hava skrivað undir eitt skjal, sum tó enn er ókent. Donald Trump hevur ætlanir um at bjóða Kim Jong Un til hvítu húsini.
Tað sum ongin helt verða møguligt hevur júst spælt framman fyri alheims pressuni. USA og Norður Korea hava hildið fund í Singapore. Donald Trump, forseti í USA og Kim Jong Un, leiðari í Norður Korea tóku saman lógvatak og hava sostatt endað áratíggju av misálti landanna millum.
Hetta er fyrstu ferð at ein forseti í USA og leiðarin í Norður Korea hittast. Donald Trump segði, at skjalið teir báðir hava undirskrivað er “søguligt, umfatandi og týdningarmikið”.

Tíðindafundur verður seinni har Donald Trump og Kim Jong Un fara at greiða nærri frá hvat stendur í avtaluni.



