HB hevur sett venjara til kappingarárið.
42 ára gamli Kim Engstrøm verður nýggjur venjari hjá HB. Tað boðar HB frá í kvøld. Hann hevur verði venjari hjá U19-liðnum hjá OB síðani 2016. U19-liðið hjá OB vann danska meistaraheitið í 2020. Í 2021 gjørdi Kim nýggjan sáttmála fram til 2024. Frammanundan var hann U19-venjari hjá Vejle frá 2010 til 2016. Kim hevur gjørt sáttmála fyri komandi trý árini í HB.
Síðstu árini hava KÍ og HB skift um at vunnið FM.




