Nú summarið stendur í fagrasta blóma, eru gravarin og hansara menn í ferð við at sláa kirkjugarðarnar.
Kirkjugarðarnir verða slidnir einar 8 ferðir um summarið, so teir síggja so vakrir út, sum til ber.
Tað eru fleiri avvarandi, ið vara um gravir, sum seta sær tíð av til at fríðka um. Men tað eru eisini fleiri gravir, ið ongin hyggur til, og tí standa hesar gravir og misprýða kirkjugarðin. Tað er sera óheppið, tí nógv fólk vitja kirkjugarðarnar, serliga tá summar er. Tí hevði tað verið ógvuliga gott, um avvarandi av hesum gravstøðum høvdu sett seg í samband við gravaran og har fingið eina loysn á trupulleikanum. Ringjast kann til gravaran á tlf. 226377.
Í reglugerðini fyri kirkjugarðin stendur millum annað, at tann, sum varar av einum gravstaði, hevur skyldu til at halda tað, so at tað ikki misprýðir. Um hildið verður, at eitt gravstað misprýðir, hevur kommunan rætt til at fáa tað ruddað og slættað.
www.klaksvik.fo




