Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kirkjuráðsval

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Tey sita í hesi løtu og rigga til valið, sum verður í kirkjukjallaranum um eina løtu, tá ið dyrnar lata upp kl 10.00.

 

Atlit er tikið til koronustøðuna við sptitti og maskum, sum eru tøk á staðnum.

Í løgtingslógini um kirkjuráð síggja vit í § 1, at kirkjuráðið hevur bæði andalig og materiel atlit at taka:

Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðinum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.
Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftum.

Til kirkjuráðsvalið í Klaksvíkar sókn, í Klaksvík, Ánunum og á Norðoyri, eru hesi uppstillað:
Árni Brandsson Petersen
Bergfríð Klakstein
Eliesar Lydersen
Jón Egholm Jacobsen
Karl Johansen
Malan Kalsø Olsen
Maria Olsen
Martha H. Mýri
Olevina Sundskarð
Petra Jacobsen
Sigmar A. Høgnesen
Sigrid Mikkjalsdóttir Joensen
Símun Michael Sørensen
 
Valið fer fram í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni frá kl. 10.00 til kl. 20.00, ella so leingi fólk koma á valstaðið.

Valrætt hava øll í Klaksvíkar sókn, ið eru yvir 18 ár og limir í fólkakirkjuni.

 

Harleyfacadeacryl