Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjølbro Heilsøla á Fish Fair við egnimaskinu

John William Joensen

Minsta egnimaskinan hjá Musdad, sum er ætlað 50-tonsarum og størri línubátum verður framsýnd ídag og ímorgin afturat á Fish Fair.

Petur Jacob Langgaard, sølustjøri á Kjølbro Heilsølu sigur, at heilsølan sjálvandi hevur eitt sera breitt úrval av vørum, men á eini fiskivinnuframsýning sum hesari, hava vit sjálvandi valt at sýna fram partar av tí vit kunnu útvega fiskivinnuni.
Í hesum sambandi hava vit fingið tveir mans frá Mustad hendavegin saman við egnimaskinuni og tí eru vit sera væl fyri at geva fólki kunnleika um egnimaskinuna, so høvi er sera gott júst nú hjá teimum, ið hugsa um egnimaskinu, at nema sær kunnleika.
Annars hava vit eisini línu og húkar frá Mustad við á framsýningini umframt aðrar ymiskar vørur til fiskiídnaðin.
Vit eru sera væl nøgdir við vitjaninar vit higartil hava havt og serstakliga hevur áhugin fyri egnimaskinuni verið stórur, sigur Petur Jacob Langgaard at enda.