Ein fyritøka, sum hevur ein av teimum stóru básunum á Atlantic Fair, er Kjølur
Spurdur um hvat fekk Kjøl at koma á stóru vinnumessuna, svarar Hans Arni B. Thomsen, stjóri á Kjøli,
soleiðis:
– ”Tað er ein kombinatión av tveimum viðurskiftum. Annað er at møta viðskiftafólki okkara her
– teir flestu kundarnir velja at koma á Atlantic Fair, og her fáa vit møtt teimum. Hartil kemur, at
vit hava ein stóran part av okkara veitarum umboðaðum eisini, og saman við teimum fáa vit
heilsað uppá kundarnar, og um kundarnir hava ítøkiligar støður, sum teir hava tørv á at loysa, so
hava vit hava ekspertisuna her á básinum”, sigur Hans Arni.
Vit bóðu eisini Hans Arna um at lýsa sína fyritøku:
– ”Fyritøkan Kjølur er stovnað í 2007 og var áðrenn tað partur av Kjølbro Heilsølu. Valt var at
koyra tann partin, ið ikki hevur við mat at gera, yvir í eina fyritøkufyri seg, sum so gjørdist
Kjølur. Talan er í dag um bæði trukkar, ruskpressur, smyrjiolju, hydraulikkolju, trygdarskógvar,
stivlar, sápur og kranar. Vit hava í dag 10 starvsfólk, harav 4 arbeiða á smiðju, har tey servisera
vørurnar, útinna sýn og so framvegis. Fyritøkan fæst sostatt við bæði sølu og viðlíkahald”, sigur
Hans Arni Thomsen.
Kjølur brúkar aktivt Atlantic Fair til at bjóða kundunum at koma inn, eins og til at gera tilboð
bæði undan messuni og á henni, og har verða bæði gomul kundasambond hildin við líka og
nýggj knýtt.




