Tað hevur ligið væl fyri hjá Klakki síðani frystilínuskipið kom á Flemish Kap.
Tað hevur ligið væl fyri hjá Klakki síðani frystilínuskipið kom á Flemish Kap.
Klakkur fór avstað 4. januar. Túrurin til Flemish Kap var drúgvur, tí veðrið var so vánaligt. Umleið 12 dagar tók tað at koma á fiskileið.
Men síðani Klakkur byrjaði at fiska hevur tað gingið sera væl. Í dag frættist frá Klakki, at teir eru komnir uppum 200 tons av avhøvdaðum fiski, sum teir hava fiskað í knappar tvær vikur. Eisini frættist frá hinum føroysku skipunum, at tey hava havt sera góðan fiskiskap á Flemish Kap.




