Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klakkur siglir heim

Jákup Ósá

Klakkur hevur roynt undir Íslandi hendan túrin.

Nýggja frystilínuskipið hevur verið burtur í ein mánaða og hevur útvið fulla last.

– Tað er ein mánaði síðani, at hann fór úr Klaksvík. Hann hevur 300 tons av avhøvdaðum og er tað blandað av toski, hýsu og longu, sigur reiðarin Líggjas Johannesen við Norðlýsið.

Klakkur væntast á Klaksvík mánadagin.