Teir landa, skifta manning og fara avstað aftur seinni í dag
Frystilínuskipið Klakkur hevur gjørt ein góðan túr undir Íslandi. Teir koma á Klaksvík í morgun og hava 310 tons umborð og landa í løtuni til NFCS.
Seinni í kvøld fara teir avstað aftur við nýggjari manning, bæði dekkarar og yvirmenn. Tað eru 17 mans umborð á Klakki.



