Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvík ein blíður ungdómsbýur

Jógvan Andrias Joensen

Ungdómar skulu sjálvandi vera ein natúrligur partur av býarmyndini og í býarlívinum.

Saman við tær, vil eg søkja semju í Klaksvíkar Býráð fyri góðum ungdómsloysnum. Eg vil eisini finna loysnir saman við teimum ungu.

Eg vil vera við til at skapa góð pláss til ungdómin í Klaksvík at vera í. Góð støð og øki savna heimstaðin.

Hin vaksni heimurin við góðum stuðli frá kommununi eigur at skapa karmar til ungdómar at trívast og mennast í. Klaksvíkar kommuna kann vísa á eitt stórt og fjølbroytt úrval av tilboðum, har frítíðar- og mentanarfeløgini varða av, trygd og dygd og tann innihaldsliga partin sum heild.

Ungdómar í heimstaðnum eru tekin um lív og gróður. Tey eru lívsjáttanin sjálv, tey eru og skapa lív. Tey eru við til at gera ein livandi bý lívligan. Tey mynda tíðarrák, sum til eina og hvørja tíð eru við til at bjóða nýggju tíðini av. Og soleiðis, meini eg, tað eigur at vera!

Fleiri tilboð aftaná arbeiðstíð hava við sær, at fleiri fáa hug og møguleika at hittast í býarrúminum.
Tað skapar trivna. Tað tænir undirhalds-, upplivingar-, ferðavinnuni og býarlívinum sum heild!

Royndir eg og onnur hava við at skipa tilboð um kvøldarnar, har ung hittast, eru sera jalig. Onki talar ímóti, at vit halda fram við at økja um tilboðini til ung í býnum.
Tað er eitt gott tekin til ungdómin, at vit vilja hava tey her hjá okkum í býnum!

Í dag er tað ein góð og lívsjáttandi íløga at økja tilboð og frítíðarvirksemi aftaná arbeiðstíð. Tess fjølbroyttari tilboðini eru, tess fleiri ungdómar vilja støðast her. Tað er við til at skapa nýggj arbeiðspláss og soleiðis eisini við til at styrkja atdráttarmegi fyri matstovir, kafé’ir, spælistøðum og dansistøðum fyri ymiskar áhuga- og aldursbólkar.

Stundin er tí komin, at Klaksvíkin tekur ungdómin, sum eina eind, til sín. Um ikki so rýma tey og skapa lív aðrastaðir.

Klaksvíkar kommuna skal tryggja karmarnar fyri allar ungdómar. Tí er tað umráðandi, at eisini Húsið fær betri karmar at virka í og meira pening at arbeiða við.

Gott ungdómsval!

Jógvan Andrias Joensen
Vónborin viðleikari og valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag