Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvík í Fokus: Húsarhaldsskúlin og Nólsoyar Pálsgarðurin

Jóhann Lützen

Á øðrum degi fara vit til ein annan part av miðbýarøkinum, har fleiri aðrar verkætlanir eisini eru í gongd. Vit hittast í Kappróðrarneystinum, tí har verður nýggi Húsarhaldsskúlin staðsettur í framtíðini. Húsarhaldsskúlin fer, umframt allar nútímans og hóskandi hentleikar, eisini at rúma lestraríbúðum. Hesi verkætlan fer Svend Sivertsen, arkitektur at greiða frá.

Eftir hetta verður farið inn til grannan, sum er endurreisti garðurin hjá Nólsoyar Páll. Seinastu árini hevur áhugafelagið Nólsoyar Páll við Archibald Black á odda tikið stig til at endurreisa garðin hjá tiltiknu tjóðarhetjuni á júst sama stað, sum Nólsoyar Páll saman við Marin Malenu búleikaðist í 19. øld.

 

Týskvøldið 16. oktober

Kl. 19.00: Húsarhaldsskúlin

Vit hittast við Kappróðrarneystið – vestanfyri

 Kl. 20.15: Nólsoyar Pálsgarðurin

Vit hittast við Kappróðrarneystið – eystanfyri