Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klaksvík sum portur til Arktis

Jóhann Lützen

Bera Klaksvík og Norðoyggjar seg rætt at og handla rættstundis, ber væl til at menna verandi tilboð í býnum til nakað nógv størri, nú áhugin fyri Arktis bara økist. Klaksvík eigur at gagnnýta til fulnar, at býurin er ein uppløgd havn á leiðini til og úr arktiska økinum, tað verði seg bæði vinnuliga og ferðavinnuliga.

 

 

Tá ið fyrrverandi amerikanska sendivinnan, Carla Sands, vitjaði Klaksvík í 2020, segði hon við Norðlýsið, at tað, sum ger Føroyar so áhugaverdar, er staðsetingin mitt í Norðuratlantshavi. Hendan staðsetingin ger Føroyar til sjálvt “portrið til Arktis”, segði hon. 

Tað slapst samstundis ikki undan at nevna spentu altjóðastøðuna, sum var tá og framvegis er, um russiska skipaferðslu í økinum, men hon ráddi eisini fólki til at sláa kalt vatn í blóðið. Tá vóru nevniliga farnar at ganga leysasøgur, eisini í donskum miðlum, um eina amerikanska flotaherstøð í Føroyum, nakað sum sendikvinnan greitt kundi avsanna. 

Men meðan útsiktirnar til eina hernaðarhavn sjálvandi vekja bæði skepsis og fjáltur, er onki til hindurs fyri, at føroysku havnirnar og ikki minst tær í Klaksvík kunnu brúkast til sivilt virksemi so sum ábøtur, proviant við meira. Arktis fer ikki at gerast minni áhugavert í árunum, sum koma, og tað hevur stórt potentiali. 

Tað var heldur ikki so nógv tað hernaðarliga, sum gjørdi Føroyar áhugaverdar í 2020, men tað vinnuliga, fyrst og fremst fiskivinnan og alivinnan. Eitt nú hevði føroyskur laksur longu tá sera gott orð á sær heilt yviri í California, og hetta var væl at merkja áðrenn nøkur beinleiðis flogruta var millum Føroyar og USA. Somuleiðis var upplagt at fáa amerikonsk ferðafólk hendan vegin at uppliva stórslignu náttúruna. Tað er mikið sannlíkt, at flogruturnar eru úrslit av góða umdøminum hjá føroyskum fiski og hjá náttúruni. 

Klaksvík hevur við Vágni bæði eina framúr góða náttúruhavn og í Ánunum eina framúr góða vinnuliga havn. Veðurgóða vágin var uttan iva sjálv orsøkin til, at Klaksvík vaks fram ídnaðarliga og vinnuliga fyrst í 20. øld, og her er upplagt at marknaðarføra býin sum eina “frontier-statión”, har skip úr øllum heiminum, sum hava ørindi í Arktis, kunnu leggja inn fyri eitt nú at proviantera, fáa smærri umvælingar gjørdar, skifta manning og so framvegis. 

Eisini gevur útbyggingin av havnarlagnum í Ánunum møguleikar. Bryggjan fær hýst longri skipum, og tað letur upp fyri nýggjum møguleikum fyri bæði flutningsvinnu og ferðavinnu, har ein kann ímynda sær, at cruiseskip fara at leggja at har, og at skipaðir busstúrar fara at verða fyriskipaðir haðani.

Eisini innlendis eru møguleikar. Í høvuðsstaðnum sigur býráðið, at Tjóðleikhúsið skal byggjast á havnarlagnum á Bursatanga við Eystaru Vág, meðan Havnarnevndin vísir á, at tað fer at gera, at virksemið og arbeiðsumstøðurnar í Tórshavnar Havn versna munandi av tí. Her hevur býráðið í Runavík longu lagt billett inn til at hýsa tjóðleikhúsinum, og Klaksvíkar Kommuna kundi somuleiðis verið proaktiv og boðið sær til at hýst virkseminum, sum rúm ikki verður fyri í Tórshavn, um tað endar við, at tjóðleikhúsið verður lagt har sum upprunaliga ætlað. 

Somuleiðis hevur Klaksvík ein gyltan møguleika at vísa flaggið á gastronomiska pallinum. Einasta veruliga kokkaútbúgvingin er í Klaksvík, og upplagt hevði verið at fingið eina fiskamatstovu í býnum. Sum skilst verður ein slík partur av nýggja Hotellinum, ið eftir ætlan stendur klárt at taka móti gestum í desember 2025. Men skuldi Koks funnið uppá at vent aftur til Føroya, átti Klaksvíkar Kommuna at givið matstovuni eitt gott tilboð um staðseting til gagns fyri báðar partar og føroysku gastroferðavinnuna sum heild.

Í Vágum hava tey verið proaktiv og útvegað ein simulator, sum tey veita skeið í. Til tað er Hotel Vágar atknýtt at hýsa skeiðsluttakarunum, meðan skeiðini eru. Her hevði borið væl til at útbygt longu eksisterandi Sjónám at veitt uppaftur fleiri skeið til virksemi á sjónum, gjarna samskipað við skeið í eitt nú kaving, soleiðis at fólk úr útlondum eisini komu á skeið og gistu og ótu í Klaksvík.  

Hetta er sjálvandi alt framvegis fuglar á tekjuni, og tað er neyðugt at nevna, hvat Klaksvíkin og Føroyar longu hava. Atlantic Fair-sølumessan er sýnisgluggin hjá føroysku vinnuni, og er komin fyri at vera. Her skal man ikki ganga langt fyri at síggja meginpartin av tí, sum okkara tænastuvinna kann bjóða, og alt innanfyri ikki ov nógvar kvadratmetrar. Alt frá samskiftistólum, maskinum, ávaringarskipanum, vistveiting, mátitólum, tøkni, eykalutum, telduskipanum, skipsútgerð, tænastuveitingum o.s.fr., o.s.fr.