Nú er hava vit trekt lut millum tey, sum vóru við til summar lesibingo.
Hepni vinnarin var Sonja Sjúrðardóttir Joensen , hon vann eitt gávukort frá Alfa.
Sonja hevur lisið nógvar bøkur í summar, tá hon var uppi á Hálsi læs hon bókina “Veitlsan” hjá Helenu Bross, so hevur hon millum annað eisini lisið “Hulda fær nýggja teldu”, ævintýrið “Vakurleikin og ódjórið” og óhugnaligu søguna “Teir óhugnaligu skortarnir”.
Nógv børn hava verið við til lesibingo í summar og vit takka øllum børnunum, sum luttóku.



