Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Handilsfelag á einum vegamóti

John William Joensen

Einans 15 av 43 limum møttu á aðalfundinum hjá Klaksvíkar Handilsfelag, og formaður felagsins, Jógvan H. Jacobsen, sigur at nú eigur at verða kannað um undirtøka er fyri at halda fram við felagnum

Í seinastu viku hevði Klaksvíkar Handilsfelag aðalfund.
Áhugin fyri felagnum tykist verða dalandi tí sera trupult var at finna uppskot til nevndarvali og tá fundurin varð settur vóru bert 15 av 43 limum møttir.
Jógvan H. Jacobsen, sum er formaður í felagnum, sigur við Norðlýsið at tosað var um tað í heila tikið er áhugið at halda fram við felagnum.
– Uppmøtingin gevur ikki ábending um at felagnum er lív laga, men vit hava so sett okkum fyri at kontakta limirnar fyri at fáa eina ábending um hvat eigur at verða gjørt.
 
Nevndarval.
Fyri vali stóðu Jógvan H. Jacobsen, Sámal E. Akursmørk og Beinta Klakstein.
Jógvan varð afturvaldur meðan Sámal og Beinta bóru seg undan afturvali.
Í teirra stað vóru Nina Olsen og Synøva Poulsen vald.
Í nevndini sita nú: Jógvan H. Jacobsen (JH-møblar), Henrik Tøgersen (Bónus), Jóhanna Christiansen (JAP), Nina Olsen (Lunell) og Synøva Poulsen (Blitz Foto).
Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi.

Harleyfacadeacryl