Lindi Gardar og Bárður Juul Arge Jacobsen eru nývaldir og Dávur Høgnason heldur fram sum formaður
Gamla Seglhús var karmur um aðalfundin hjá Klaksvíkar Handverksmeistarafelag ígjárkvøldi. Limirnir í Klaksvíkar Handverksmeistarafelag hava umleið 450 fólk í starvi.
Undan fundinum hevði Dávur Høgnason heitt á Jónleif Johannesen, stjóra á Skúlatrøð um at verða við, at kveikja undir kjak um hvussu vinnulívið kann fáa tættari samband við fólkaskúlan. Talið av lærlingasáttmalum er í minking og loysnir at betra um hetta vóru umrøddar. Skúlavegleiðararnir á Skúlatrøð Bergljót Rond, Hanna Y. Sólbjørg og Tina Purkhús vístu m.a. á hvussu skúlin setur næmingar í samband við arbeiðsmarknaðin.
Á aðalfundinum stóðu Kjartan Hansen og Jákup Oluf á Lakjuni fyri vali og tá tað vísti seg, at nýggir menn vóru fúsir at taka við, so tóku Lindi Gardar og Bárður Juul Arge Jacobsen sæti í nevndini fyri aðurnevndu.
Nevndin skipaði seg eftir fundin og sær nú soleiðis út:
- Dávur Høgnason, formaður
- Lindi Gardar, næstformaðu
- Hilmar Danielsen, kassameistari
- Bárður Juul Arge Jacoben, skrivari
- Frimodt Rasmussen, nevndarlimur
- Hjalti Josephsen, tiltakslimur
- Andreas Josephsen, tiltakslimur




