Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næmingar hugleiða um HF

Klaksvíkar HF-skeið

Fyrstur at hugleiða er Erik Biskopstø, tónleikari og leiðari á Klaksvíkar kvøldskúla:
Eg fór á Klaksvíkar HF skeið í 1993, tá ið landið lá í djúpari kreppu

 

Arbeiðsloysið var stórt og vónlósi gjørdi um seg um alt landið, og fleiri familjur vóru noyddar at stinga í sekkin, tí Føroyar høvdu onki at bjóða. Ein døpur tíð.

Men í øllum myrkrinum var HF ein kærkomin glotti, har vit kundu mennast og avbjóðast í einum sera hugnaligum umhvørvi, har einans tveir flokkar húsaðust í gamla skúlanum í Víkunum. Samanhaldið ímillum næmingar og lærarar var sera gott. Tað var sera gott at hava eitt lokalt miðnámsskúlatilboð, sum gav atgongd til hægri lærustovnar.

Alt í alt var HF ein fantastisk tíð, sum eg minnist aftur á við gleði og takksemi. HF gav mær so eisini møguleikan at fara víðari á Føroya Læraraskúla.

Harleywoodpaint