Sambært fyribilsskattatalvuni hjá TAKS, so hevur Klaksvíkar kommuna fingið fitt í meirinntøku í 2021 í mun til árið fyri. Hinar kommunurnar í Norðoyggjum hava fingið meir og minni inn í skatti
Sum talvan niðanfyri sigur so er Fugloyar kommuna toppskorari í prosentum við 13,6% í meirinntøkum í mun til árið fyri. Henni á baki, koma Viðareiðis kommuan (2,6%) og Klaksvíkar kommuna (1,2%).
Í Hvannasunds kommunu er inntøkan eitt vet minni (0,7%) og í Kunoyar kommunu eru inntøkurnar minkaðar við 10,5%.
Har absoluttu tølini eru smá, gerast prosentbroytingarnar tað størri.




