Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkar kommuna á tryggari kós

Óli M. Lassen

Tað eru ikki nógvar kommunur við 5.000 íbúgvum sum eru so hepnar at hava ein bý sum hevur allar teir hentleikar sum sjálvt stórbýir hava, tí mugu vit eisini síggja alt tað positiva tá vit tosa um okkara bý og kommunu.

Sjálvt um vit halda, at nógv kundi verið gjørt betri og skjótari, so eru tað at fegnast um, at vit hava eitt sera virkið vinnulív og nógv støð har tey ið her búgva kunnu hugna sær, dagførd spælipláss, matstovur, ítróttarhallir, biograf, svimjihøll og vælveruøki, eitt ríkt mentunarlív og góðar tænastur til eldri borgarar og nógv tilboð til børn og ung og ikki at gloyma fantastiskar náttúruupplivingar.

Tað verður alsamt fríðka og tilboðini økjast sum árini ganga. Um stutta tíð hava vit eitt nýtt handilssentur í miðbýnum. Vit hava fingið nýggjan skúla og skjótt eisini eitt nógv útbygt stadionøkið við enn fleiri tilboðum.

Stórar útstykkingar til íbúðir og vinnuna, nýggjan barnagarð og økt tilboð á dagstovnaøkjunum. Sanniliga ein kommuna í stórari menning og í fagrasta blóma. Vit mugu tryggja góðu gongdina. Saman við tykkum, kann eg verða við til at røkka hesum málum.  

Óli M. Lassen, býráðslimur

Sjálvstýri Set X við D   

Vilt tú vita meira vitja: omlassen.com