Klaksvík hevur møguleikan at verða ein kommuna, sum tekur hædd fyri øllum sínum borgarum – ungum, eldri, familjum og tilflytarum. Mín hjartans meining er, at trivnaður og mentan eru grundarsteinarnir undir einari sterkari og livandi kommunu. Eg vil arbeiða fyri, at øll hava møguleika at taka lut og trívast í býnum.
Við frítíðarkortinum ynski eg at geva øllum børnum javnbjóðis møguleikar at taka lut í frítíðarvirksemi og ítrótti, óansæð fíggjarligu støðuna hjá familjuni. Hetta styrkir likamliga og sálarliga heilsu hjá børnum og ungum. Somuleiðis ynski eg at raðfesta tey minni feløgini – sum dart, billiard, bridge, talv og hornorkestrið – við betri karmum, so tey kunnu blóma og geva øllum eitt fjølbroytt tilboð.
Eg vil skapa ein bý, har øll kenna seg vælkomin. Hetta inniber, at vit samskipa tiltøk, har útlendingar og føroyingar kunnu hittast og byggja sambond. Tað er týdningarmikið at veita fólki við skerdum førleikum fleiri og betri møguleikar, soleiðis at øll kunnu vera við á jøvnum føti. Hetta tryggjar ein inklusivan og fjølbroyttan felagsskap, har vit taka hædd fyri tørvinum hjá øllum.
Ein grøn og burðardygg menning er eisini týdningarmikil. Eg vil leggja dent á grønar loysnir og skynsomar íløgur innan orku, umhvørvi og samferðslu. Klaksvík skal raðfesta varandi orku og burðardygga bygging, soleiðis at vit byggja eina sterka og umhvørvisvinarliga framtíð.
Eg havi eina greiða visjón fyri Klaksvík: Ein sterkan bý, har trivnaður og mentan eru grundarsteinarnir. Við frítíðarkorti, inklusjón, grønum íløgum og einum fjølbroyttum mentanarlívi ynski eg at gera Klaksvík til ein bý, sum rúmar øllum og stuðlar trivnaðinum hjá øllum borgarum.
Álvur M. Zachariasen – Ein spíri úr sterkari rót.
Valevni fyri lista D til kommunuvalið 12. novembur í Klaksvík




