Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna lýsir

Jóhann Lützen

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommuna verður sagt, at ljósini verða sløkt í kvøld frá kl. 20.30 til kl. 21.30 í samband við Earth Hour, men enn lýsir allur býurin

 

Kommunan skrivar soleiðis á heimasíðuni

Sløkkja ljósini í ein tíma
Earth Hour: Fyri at varpa ljós á umhvørvið og veðurlagsbroytingar, fer kommunan at sløkkja øll gøtuljós í býnum, leygardagin 23. mars, frá kl. 20.30 til 21.30. Fyrstu ferð at Klaksvíkar kommuna var við í hesum átakinum var í 2013.

Earth Hour er eitt heimsfevnandi átak, har býir kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma. Endamálið við tiltakinum er at gera fólk kring heimin varug við veðurlagsbroytingar og umhvørvið. Øll eru vælkomin at stuðla átakinum við at sløkkja ljósið í ein tíma. 

Men sum myndirnar vísa so lýsa øll gøtuljósini.