Seinnapartin í dag skipaði Klaksvíkar Róðrarfelag saman við Klaksvíkar kommun fyri móttøku og heiðran av Klaksvíkingi, Páll Fanga – menn og Fípuni Føgru – gentur, sum allir vunnu FM í sínum kappingargreinum.
Sonja Ravnsfjall Kjølbro, forkvinna legði fyri við rósandi orðum til sítt felag og allar teir mongu røsku rógvararnar. Tó at teir ikki allir vunnið á hægsta tindin, so høvdu øll víst samanhald, vilja og styrki.
Hon takkaði eisini teimum mongu stuðlunum og foreldrum og hjálparfólki, ið stóðu handa felagið. Eisini fegnaðist Sonja um, at skjótt flyta tey í nýggj høli. Tað verður helst enn meira ”forpligtandi”, tí hóast vit hava búleikast undir ringum korum nógv tey seinnu árini, so hava vit góð úrslit at vísa á, helt Sonja Ravnsfjall Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag fyri.
Sonja takkaði eisini Klaksvíkar Býráði fyri fyrimyndarliga góða samstarvið.
Síðani helt Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins røðu. Hon takkaði fyri spennandi kappráðrarárið, har Klaksvíkar Róðrarfelag sanniliga hevði gjørt kappingarnar meira spennandi við nógvum góðum úrslitum – eisini hjá teimum ungu spírunum, sum eru væl við.
Hetta boðar frá einiari bjartari framtíð hjá felagnum, sum hevur dugað at seta við og eru miðvís, ágrýtni og vísa dugnasemi.
Forkvinnan í Mentnarnevndini tók til Summarstevnuvalsin, ið Aksel Tórgarð hevur yrkt: ”Tann løtan, sum ikki er ring, hon er góð” og takkaði fyri eitt gott kappróðrarsummar.
Síðani bað hon umboð fyri manningarnar á Klaksvíkingi, Páll Fanga – menn og Fípuni Føgru – gentur um at koma upp at taka ímóti einum kekki frá býráðnum á kr. 5.000,- hvør.
Eftir tað varð boðið til kaffi og snotiliga róðrar-lagkaku. Jú, lagið var gott, nógv prát og nógvar myndir tiknar.
Í kvøld verðu so veitsla fyri øllum rógvarunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, nú hetta góða kappingarárið er at enda komið.
























































































