Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Klaksvíkar Róðrarfelag móttøku

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Síðsta fríggjadag beyð Klaksvíkar Róðrarfelag til móttøku í kjallaranum í Soli Deo Gloria – nýggju hølunum hjá felganum, sum teir hava innrættað har.

Samstundis er betra um parkeringsviðurskiftini uttanfyri og dráttur er gjørdur til bátarnar. Í næstum verður ein bátabrúgv løgd norðanfyri dráttin, so lættliga slepst umborð og úr bátunum.

Ísak Mikladal, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag,  bjóðaði vælkomin og greiddi frá tilgongdini við at umbyggja hølið til teirra tørv. Hann takkaði teimum nógvu, sum høvdu hjálpt til, og takkaði Soli Deo Gloria fyri frá fyrsta degi at vísa teimum allar sømdir og takkaði fyri sera gott samstarv. Eisini takkaði hann Klaksvíkar kommunu fyri at hava havt góða tilgongd í hesum máli.

Ja, sigast kann, at talan var um eina “grannastevnu” til hesa móttøkuna, tí Soli Deo Gloria, Kiosk 700 og Flora vóru umboðaði. Ísak greiddi frá, at Soli Deo Gloria hevði boðið Klaksvíkar Róðrarfelag við serlig høvi at brúka hølini og kantinuna hjá teimum í erva.

Ísak greiddi frá góðu manningunum, felagið hevði og at venjarahópurin er í góðum hondum – eins og at vinnarahugsjónin hjá rógvarunum er í hásæti. Teir hava umbiðið nýggjan bát, sum kemur at eita Karin, greiddi Ísak Mikladal frá.

Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri tók eisini orðið og ynskti til lukku við nýggju kørmunum, Klaksvíkar Róðrarfelag hevði skipað seg undir á hesum nýggja staði, sum í øllum førum má sigast at vera høglig í mun til at draga bátarnar.

Signhild ynskti felagnum eitt gott kappingarár og handaði manningini á Páll Fanga, sum í fjør gjørdust Føroya meistarar, eitt blómutyssi og eina peningagávu.