Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Klaksvíkar Róðrarfelag skal inn her

Oliver Joensen

Fyri tíðina verður nógv planerað uttanfyri “nýggja” Soli Deo Gloria bygningin. Sum skilst er orsøkin at Klaksvíkar Kommuna, í sambandi við at kommunan hevur fingið pláss fyri Klaksvíkar Kappróðrarfelag inni í parkeringskjallaranum í bygninginum, nú planerar parkeringsøki til samkomuna og leigararnar.

Orsøkin til at Klaksvíkar Róðrarfelag skal inn í parkeringskjallarin er, at lendiskanningar nú verða gjørdar kring gamla kappróðrarnestið, tí har skal Húsarhaldsskúli Føroya fáa ein nýggjan skúlabygning. Tí verður Kappróðrarfelagið fyribils flutt í kjallaran á Soli og gamla Kappróðrarneystið tikið niður og økið gjørt byggibúgvið.