Nú fer Klaksvíkar Sjónleikarfelag at seta ein leik upp, ið er til alla familjuna. Í hesum sambandi leita vit eftir leikarum, ið hava hug og dirvi at vera við. At vera við í sjónleiki er ein uppliving fyri lívið. Tað er stuttligt, tú knýtir vinarbond og tú lærir at menna teg sjálvan sum persón.
Tað vit vænta av tær er, at tú ert minimum 15 ár og at tú hevur tíð til venjing um kvøldið.
Um tú ikki hevur hug til pallin, so hava vit eisini brúk fyri hjálparfólkum, ið eru áhugaði í pallsmíði, búnum, makeup, ljós- og ljóði, gera leikarunum drekkamunn o.l. Allar hendur eru kærkomnar.
Vit gleða okkum at hitta teg til eitt stuttligt og mennandi samstarv, í einum stuttligum og kreativum umhvørvi.
Vit hittast mánadagin 21.01.2019 kl 19 har vit heilsa uppá hvønn annan og kunna tykkum um verkætlanina.




