Synd at siga, at Klaksvíkar Skíðfelag hevur verið eitt virki felag seinnu árini, men tó hevur tað ant og hevur innímillum skipa fyri skíðrenning.
Seinastu 20 árini ella longri, hevur lítið verið at hoyrt til Klaksvíkar Skíðfelag, hóast tað av og á hevur skipað fyri tiltøkum. Orsøkin til hetta er helst, at kavin hevur ligið ógvuliga stutt seinnu árini og tí hevur lítil áhugi verið fyri skíðing.
Fara at royna
kavascootara
Skíðfelagið hevur fleiri ferðir havt frammi á borðinum at útvega eina lyft at draga skíðarar niðan onkustaðni har til ber at standa á skíð, men hetta er ongantíð blivið til nakað. Eisini hevur verið tosað um kavascootara.
Nú er so heppi at ein slíkur er í Klaksvík, og um alt gongur eftir ætlan, so fer Skíðfelagið at royna kavascootaran. Hugsanin er, at hesin skal kunna brúkast til at draga skíðararnar niðan, eitt nú niðan móti Klakkinum.
Um hetta fer at vísa seg at bera til, so hevur Skíðfelagið ætlanir um at ogna sær ein slíkan ella báðar tveir
Skíðkapping
um vikuskiftið
Ætlanin er eisini, um kavin liggur, at skipa fyri eini skíðkapping um vikuskiftið. Men í kavahøpi er langt til vikuskiftið í skrivandi stund, so hetta skal sjálvandi takast við fyrivarni.
Hinvegin, so fer heimasíðan hjá Norðlýsinum at fylgja við um skíðkapping verður og hvar kavascootarin verður royndur, so tað er bara at fara á heimasíðuna hjá Norðlýsinum www.nordlysid.fo, so fáast seinastu tíðindini um møguligt virksemi hjá Klaksvíkar Skíðfelag um vikuskiftið.




