Í vetur bjóðar Klaksvíkar kvøldskúli stutt skeið við ymiskum evnum úr Klaksvíkar søgu.
Talan verður í fyrsta umfari um um fimm kvøld við tveimum tímum hvørja ferð.
Evnini, sum verða tikin upp verða m.a. 1) elsta búsetingin og búsetingarmynstur, 2) várting og vártingsmál, 3) ófriður og fremmandir gestir, 4) skúli og mentan, 5) kirkju- og trúarlív, 6) lækna- og sjúkrahúsviðurskifti og 7) vinnuliga menningin í Klaksvík.
Møguleiki er eisini fyri at laga innihaldið eftir ynskjum hjá luttakarunum.
Undirvísari er Hans Andrias Sølvará, ph.d. og lektari í søgu á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hans Andrias hevur higartil skrivað tvey bind um Klaksvíkar søgu.
Skeiðið verður 5 mikukvøld 19:00 20.45. Tað byrjar í viku 43. Tilmelding á kks.fo



