Talvárið 2019/20 er av, og seinastu leikirnir vórðu fluttir seinasta leygardag. Hjá Klaksvíkar Talvfelag er talan um sera gott ár, har øll liðini endaðu í topp 3.
Besta liðið hjá felagnum endaði á 3. plássi, júst sum tey mongu undanfarnu árini. Eftirhondini eru tað heili 10 ár síðani Klaksvíkar Talvfelag vann meistaraheitið.
Breiddin hjá felagnum kom til sjóndar í vetur við tað at felagið vann bæði 2. og 3. deild, og kemur aftur at luttaka við 2 liðum í bestu deildini komandi kappingarár.
2. deild, sum er mannað við royndum telvarum, tryggjaði sær 1. plássið áðrenn seinasta leikumfar, og livdi tí væl upp til favoritt-leiklutin. Liðið tapti bert ein dyst og leikti 2 javnar.
Áðrenn seinasta leikumfar var stóru spenningur í 3. deild, har Klaksvík ½ stig aftanfyri oddaliðið Toftir. Í seinasta umfarinum eydnaðist tað við stórsigri at hála seg uppá liðina á toftamonnum og at strúka avstað við sigrinum í 3.deild uppá fleiri dystarstig.
3. deild hevur í vetur verið mannað við yngri telvarum, rykkir tískil upp og skal telva í 2. deild næsta vetur.
Samanumtikið eitt sera gott úrslit hjá felagnum, har øll liðini fingu heiðursmerki.

Endaliga støðan í 1. deild
Havnin 1 30 stig
Sandavágur 28½
Klaksvík 22
Havnin 2 17
Kollafjørður 11½
Vestmanna 11
Endaliga støðan í 2. deild
Klaksvík 28 stig
Havnin 23
Kollafjørður 20½
Runavík 18
Sandavágur 17
Gøta 13½
Endaliga støðan í 3. deild
Klaksvík 31 stig
Toftir 31 stig
Sandavágur 231
Kollafjørður 22½
Havnin 21½
Rókur 20½
Sandavágur B 18
Vestmanna 15½
Runavík 15
Kollafjørður B 12½
Havnin B 8




