Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klaksvíkar Tónlistaskúli á Íslandsferð

Jóhann Lützen

Fyrst í mars mánaði var ein bólkur frá Klaksvíkar Tónlistaskúla og vitjaði í Selfossi í Íslandi.

 

 

Bólkurin úr Klaksvík spældi saman við tveimum bólkum úr Tónlistaskóla Árnesinga. Sunnudagin 10. mars var konsert í musikkskúlanum, har bólkarnir spældu saman, og hvør bólkur spældi eisini sína egnu skrá.

Tema fyri ferðina var føroyskur og íslenskur tónleikur og mentan. Annað var eisini spælt. Felagsløgini vóru Frægir funnu Føroya land/Máninn hátt á himni skín, Burtur á heiði og Ísland, farsælda frón. Vit spældu sjálv Tíðin rennur sum streymur í á hjá Jógvan Waagstein, útseting Páll Sólstein, og tvey onnur løg. Ferðin er samstarv millum blokkfloytulærararnar í Klaksvík og Selfossi, og í bólkinum úr Klaksvík vóru blokkfloytur, tvørfloyta og klaver.

Leygardagin var felags útferð til Geysir, Gullfoss og Skálholt kirkju, eitt gomlu bispasetrunum í Íslandi. Kirkjan hevur sera góðan akustikk, og vit sluppu at spæla har inni. Eisini sungu vit “Harra Gud, títt dýra navn og æra”.

Undir eini venjing dansaðu vit føroyskan dans til Burtur á heiði. Aftaná sungu íslendingarnir tjóðlagið Krummi svav í Klettagjá, meðan vit dansaðu, sum riggaði ordiliga væl.

Ætlanin er, at blokkfloytubólkar frá Selfossi koma at vitja í Klaksvík.