Næmingum og lærarum i Klaksvíkar Tónlistaskúla dáma væl at framføra ymsastaðni i kommununi. Tað er hugaligt at hava nakað at venja fram ímóti
Tónlistaskúlin hevur vitjað í Sambýlinum á Heygnum, i Bøgøtu og á Røktarheiminum. Skúlin fer skjótt at vitja á øðrum eldrasambýlum við.
Ymist annað hevur verið á skránni. Næmingar hava spælt til skrúvuguðstænastu og Torramatiné i Christianskirkjuni, og til føstuguðstænastur á Syðradali og i Ámafirði. Nakrir næmingar vóru við tvørfloytubólkinum Útnyrðingur á konsertferð í Íslandi. Og bólkar hava framført fyri næmingum á Skúlatrøð.
Góðar framførslur og hjartalig móttøka allastaðni. Takk fyri, øll somul.
Nógv spennandi er fyri framman, várkonsertir, nýggia Mentanarhúsið o.a. Meira um hetta seinni.




