Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingar hava altíð funnið uppá ráð – hetta er genialt!

Jóhann Lützen

segði Tina Purkhús m.a í flaggdagsrøðu sínari við Biskopstorg í dag. Vit prenta røðuna

Góðu klaksvíkingar

 

Sera hugaligt at síggja so nógv fólk her í dag! Klaksvíkingar hava altíð funnið uppá ráð- hetta er genialt!

 

Og sum fyrverandi bláur skóti í Danmark er tað stuttligt aftur at vera við í einum skótatiltaki!

 

í ár er tað so fallið mær í lut at halda flaggdagsrøðuna. Tá eg varð spurd, hugsaði eg fyrst at takka nei, tí eg helt, at eg stórt sæð akkurát var komin til Klaksvíkar!  Men við eitt sindur av høvuðrokning kom eg fram til, at eg longu havi búð her i 33 ár! Tað er meiri enn helvtin av mínum lívi!! So eg takkaði eyðmújkt  ja.

 

Tað lá ikki í kortunum, at vit- Kári og eg – skuldu búsetast her í Klaksvík permanent –  tá vit í august 87 seldu íbúð okkara í Keypmannahavn og fluttu hertil. Eg minnist, at vit fóru við Whinston Churchill úr Hanstholm, og eg ætlaði mær at sita og sóla mær á dekkinum – allan vegin!! Tá vit høvdu silgt í eina 10 tímar, var ikki veður at sóla sær meira! Kári mátti bera meg inn í kaffustovuna, tí eg vildi ikki inn, og eg hevði faktiskt hug at venda við aftur. Men vit komu framm, og svigarfamiljan tók væl ímóti mær, starvsplássið gav mær góðan stuðul, og góð og trúføst vinfólk vístu seg. Klaksvík og klaksvíkingar bergtóku meg, og eisini fann eg nakað, sum eg ikki visti, eg saknaði.

 

Og nú  skjótt 33 ár, 3 børn, 3 føroysk svigarbørn og 3 ommu/abbabørn seinni, standi eg her og haldi flaggdagsrøðu! Ja, soleiðis kann tað ganga:-)

At hátíðarhalda ein dag sum í dag – flaggdagin – er sera umráðandi fyri samanhaldið í eina tíð, sum hevur verið merkt av kreppi og óvissu. Tey flestu av okkum hava óivað livið eitt lív í ónatúrligari frástøðu í hesu Koronatíð, men vit hava hildið út!

 

At standa saman og at taka “ okkum” framum “meg” sjálvan, er nakað, sum hevur fylt í gerindisdegnum hjá øllum í nógvar vikur. Men vit hava staðið saman – í frástøðu- og nú standa vit saman – saman – eina løtu… Hetta er nakað, sum vit hava lært at seta prís uppá, tí hetta er ikki ein sjálvfylgja longur.

 

Felagsskapurin hevur sigrað! kann man faktiskt siga!

 

Ein og hvør felagsskapur hevur eitt symbol- eitt felagstekin  – hetta fyri at vísa, at vit eru saman um tað, sum symbolið ímyndar – Har er “eg” verðuliga vorðin til “vit”.

 

Merkið má tí síggjast at vera tann størsta ímyndin av einum felagsskapi. Størri kann tað neyvan blíva! Hetta er einki nýtt- í 102 ár hevur Merkið  veittrað í Føroyum.. Men hví er tað so so umráðandi, at vit hátíðarhalda dagin í dag? Tað er nettopp tí, at Merkið er eitt fylkingasymbol fyri okkum sum fólk, ið halda saman, standa saman og hóast ymiskleika royna at skapa ein felags samleika!

 

Tá eg kom til Klaksvíkar á fyrsta sinni (eg havi ongantíð búð aðrar staðni í Føroyum), helt eg, at nógv varð sera ørðvísið enn eg- ein norðursælendari, var von við. Eg ætlaði mær ikki at pynta upp við ketum í hvørjum vindeyga á jólum, eg ætlaði mær ikki at gera blóðpylsu, og eg ætlaði mær so sanniliga ikki at halda meg inni, um eitt sindur av vindi var.

 

Men spakuliga varð eg drigin inn í tann føroyska veruleikan: “eg” bleiv til “vit”: Vit pynta upp við ketum allastaðini, sjálvt á wc-num, vit hava gjórt blóðpylsu í 30 ár, og vit taka veðrið í álvára og kanna vindættirnar, áðrenn vit gera nakað uttandura. Og vit siga a og noy..

Í tí løtuni vit hava kensluna av, at “ eg” er vorin til “vit”,  eru vit verðuliga ein part av ein felagsskapi.

 

Sum ovarsti felagsnevnari fyri okkara samfelag er Merkið, men eg giti, at vit  klaksvíkingar, eins og aðrir føroyingar,  eru heimsmeistarar í at finna saman í ymskum felagsskapum: Klaksvíkingur, familja, bindiklubbur, nýttársnevnd, lesiring, ítrottafelag, svimjikonur eru bara nøkur dømu uppá felagsskapir, sum eg eri partur av. Vit duga sera væl at finna uppá og at finna saman.

 

Eg var við einum 9.fl til FM í skúlafótbólti í fjør. Vit skuldu til Vágs at spæla finaluna, og vit máttu sjálvandi hava spælitroyggur og eitt navn! í skundi var alt ornað, og flokkurin, sum taldu 25, harav 7 dreingir, sum skuldu sparka, fóru av stað. Fótbóltsliðið Kósakeiin, sum vit nú øll vóru partur av, fóru avstað til Vágs í svørtum við navnið Kósakeiin prentað á. Av tí at so nógvir finalubólkar vóru, vardi hvør dystur bara 7 min. Vit fóru, vit kempaðu.. og um vit vunnu ella taptu hevði ongan týdning. Tað, sum hevði týdning var, at vit, bæði áskoðarar og spælarar, í 7 minuttir kempaðu fyri Klaksvík, og kenslan av at hava verið parti av Kósakeini var góð, so vit fóru øll heim í góðum lag!

 

Kenslan av at hoyra sama fleirfaldast, tá umhvørvið broytist. Tá vit fara bindiklubbaferðir til Havnar ella til Edinburgh, eru vit Klasvíkingar við stórum K, og hóast vit í okkara bindiklubbi, umframt innføddar klaksvíkingar, eisini telja ein íslending, ein breta og ein danskari, eru vit allar klaksvíkingar, sum halda saman móti tí stóru verð.

 

Eg havi saman við familjuni umboðað Føroyar  á ítróttartiltøkum í fleiri londum. Okkara danski flogbóltslandsliðsvenjari helt fyri, at tað var eitt sera gott upplivilsi at vera við føroyingum uttanlands. Samanhaldið er altíð sera gott, øll eru í góðum lag, og umframt makar og foreldur eru eisini ommur og abbar við ommu/abbabørnum at stuðla liðinum. Tað hevur hann ikki upplivað fyrr!

 

Í løtuni hava vit ein avbjóðing við Korona, har vit skulu finna útav at vera saman í fjarstøðu- tað skal nokk fara at eydnast eisini!

 

Um felagsskapurin er stórur ella lítil, til stuttleika ella til álvara, andaliga ella kropsliga er ikki tað mest umráðandi. Tað týdningarmesta er at hoyra til, at kunna spegla sær í onkrum. Vit liva í einum lítlum samfelag, og vit hittast í nógvum samanhangum, og tí er tað umráðandi at vera rúmmlig og at duga bera yvir við hvørjum øðrum. Hetta eyðkennir ein góðan felagsskap. Hetta eyðkennir klaksvíkingar – hetta eyðkennir føroyingar.

 

Vit hava hildið flaggdagin hvørt ár síðan 1947, altso í meiri enn 70 ár. Og sjálvandi gera vit tað eisini í dag! Hóast broyttu umstøðurnar.

 

Vit gera hetta fyri at bera ein sið víðari. Í okkara globaliseraðu verð, har eyguni oftari venda sær móti  stóru verð heldur enn inneftir til nærleikan, er tað av týdningi at vardveita ein sið sum hendan. At bera ein sið viðari er at byggja brúgv millum fortíð og nútið. At vera tilvitað um forna tíð ger tað lættari at skilja nútíðina..

Og síðst, men ikki minst, halda vit dagin tí vit eru errin av at vera føroyingar!

At kenna felagskap við realitystjørnum frá ymiskum sjónvarpsrásum ella við altjóða ítróttastjønum kann kanska vera gott, men kann ikki vera tann mest týdningamikli felagsskapurin.

 

At halda júst flaggdagin, at hátíðahalda Merkið, er at venda eyga á ein felagsskap, tann heimliga og næra, sum vit taka fyri givið, men sum kann hvørva, um vit ikki geva tí ans. Vit mugu t.d. minnast til at fara í føðingardagar, drekka kaffi við vinfólkini og at heilsa uppá grannar, tá vit aftur sleppa tað! Felagsskapurin, sum Merkið gevur okkum, skal mennast og røktast. Tað mest týdningmikla er at halda fast í vit-kensluna, sum SKAL byggja á  heimliga felagskapin.

 

Tí er dagurin í dag sera týðandi, tí vit hava brúk fyri at stegða á, hyggja runt um okkum og finna tað, vit hava í felag við teimum, sum standa rundan um okkum. Koronakreppan hevur millum annað lært okkum at taka onnur frammum okkum sjálvi, tí vit øll hava roynt at verja hvønnannan og mest av øllum tey veiku og gomlu.

 

Eg kom til Klaksvíkar í 1987 og ætlaði mær at vera her uml. eitt ár. Nú eru 33 ár skjótt farin. Eg hugsaði so at fara til Danmarkar at búgva, tá eg bleiv gomul. Nú eri eg skjótt gomul, og eg eri her enn. Mamma mín segði altíð, at tá man fyrst hevur lært Klaksvík at kenna, so er hetta jú Verdens navle. Børn og svigarbørn eru komin aftur úr DK við familju. Eg havi fingið vinfólk fyri lívið…Eingin orsøk til at rýma, nógvar orsøkir til at vera verandi! 

 

Eg haldi, eg kann siga saman við tykkum, at vit hava eitt gott lív her í Klaksvík í Føroyum undir Merkinum sum felagsnevnara.

 

Eg vil enda við síðstu orðunum í flaggsanginum, eitt sindur frítt endurgivið:

Fylkjast rað vit í rað,

kenna hjørtuni tað:

vit við tær stevna stinnar avstað, kvinnur og menn!

 

Til allarseinast vil eg ynskja tykkum øllum ein góðan flaggdag, og takk fyri, at tit góvu tykkum stundir at lurta eftir mær.

 

Takk fyri!