Gongur alt eftir ætlanini, so verður nýggi Klaksvíkingur klárur til Norðoyastevnu.
Gongur alt eftir ætlanini, so verður nýggi Klaksvíkingur klárur til Norðoyastevnu.
Mest vinnandi bátur á hægsta stigi í føroyskum kappróðri, sum er 10-mannafarsróðurin, seinastu 10 árini er Klaksvíkingur hjá KRF. Hvør heilt kappingarár, sum hann hevur luttikið síðani 2006, hevur hann vunnið FM og sum oftast í stórum stíli. Í 2006, 2009, 2011, 2012 og 2013 vann Klaksvíkingur og í 2015 verður Klaksvíkingur aftur við. Men nú við nýggjum báti. Í løtuni smíðar Sámal Hansen nýggja Klaksvíking og myndirnar niðanfyri eru av nýggja Klaksvíkingi.
Norðoyastevnuróðurin er leygardagin 6. juni. Og stendur tað upp til Ísak Mikladal, skrivara í KRF, so verður Klaksvíkingur klárur til tá.
– Vit arbeiða fram ímóti, at báturin verður klárur at handa felagnum um einar tríggjar vikur. Eftir tað eru sproytingar og nógv ymiskt annað arbeiði at gera, men vit hava væntandi tvær vikur tá og gongur alt sum tað skal, so rør nýggi Klaksvíkingur á Norðoyastevnu, sigur Ísak Mikladal.
Umframt Klaksvíking so væntast at Drekin Reyði, Havnarbáturin, Ormurin Langi og Nólsoyingur rógva í ár.
Myndir: Ísak Mikladal
Les eisini:
Nýggjur Klaksvíkingur rør í ár




