Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingur tekur yvir í Víkingi

Jákup Ósá

Víkingur hevur kunngjørt nýggjan venjara.

Talan er um venjara við venjararoyndum úr KÍ, B36 og Skála. Í 2015 vann hann FM í bestu deildini við B36.

 

Víkingur skrivar soleiðis:

VÍKINGUR NÝGGJAN VENJARA.

Eyðun Klakstein hevur í kvøld skrivað undir ein tvey ára sáttmála við Víking.

Umframt at hava verið venjari á Skála tvey tey seinastu árini, hevur Eyðun Klakstein verið venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ og B36. Í 2015 vunnu B36 og Eyðun Klakstein FM heitið.
Vit ynskja Eyðuni vælkomnan í Víking og gleða okkum til kappingarárið 2020.

Eisini vilja vit nýta høvi at takka Sámal Erik Hentze fyri hansara arbeiði í Víkingi, og ynskja honum alt tað besta framyvir.