Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingur vann aftur

Jákup Ósá

Norðingur nærkast, meðan Nólsoyar Páll dragnar.

Á norðoyastevnu róðu bæði Klaksvíkingur og Norðingur við einum eykamanni, meðan teir í dag vóru aftur í sterkastu manning. Og tað sá út til at ganga útyvir Nólsoyar Páll, sum var sera nær við at vinna á norðoyastevnu, men sum endaði aftast í dag, tó bara tvey sekund frá fyrsta plássi. Klaksvíkingur var fremst allan teinin, men Norðingur róði væl seinna part av teininum og fekk minkað um munin frá norðoyastevnu frá trimum sekundum og niður á eitt sekund.

Í hinum róðrunum vann Fípan Fagra við yngri dreingjum aftur ein tryggan sigur, meðan fleiri aðrir bátar hjá KRF vóru væl við.